- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðbótin til fólkapensjónistar skal hækka
Politikararnir kappast um at bjóða fólkapensjónistum meira næsta ár.
Í álitinum hjá Fíggjarnevndini, sum kom í gjár, mælir meirilutin, samgongan, til at hækka viðbótina 350 kr. um mánaðin frá 1.juli. Hetta fer at kosta seks milliónir næsta ár.
Minnilutin í Fíggjarnevndini, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, sum hava skrivað sínar viðmerkingar um fíggjarlógina saman við Framsókn, sum ikki er umboðað í Fíggjarnevndini, mælir til at játta 13 milliónir krónur afturat til viðbótina.
Upprunaliga mæltu samgongan og andstøðan til at játta ávikavist tíggju og 17 mió. kr. afturat til viðbótina.
Men bæði meirilutin og minnilutin hava lagt upp fyri, at ein nýggj meting sigur, at viðbótin fer at kosta fýra milliónir minni enn mett varð í september, tá fíggjarlógaruppskotið varð gjørt.