- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tænastufólk 120 mió. kr í eftirløn í ár
Landskassin rindar góðar 120 mió. kr. í eftirløn til tænastufólk, løgtingsfólk og landsstýrisfólk í ár.
Tað siga tøl hjá Gjaldstovuni.
Helvtin er eftirløn hjá lærarum.
Tænastufólk eiga sum er tríggjar milliardir og 325 milliónir krónur í eftirløn. Teir pengarnar eiga tey at fáa úr landskassanum.
Landskassin fær tó ein ikki so lítlan part aftur, og kommunurnar fáa eisini ein part, tí eftirlønin verður skattað sum vanlig inntøka. Løgtingsfólk og landsstýrisfólk eru ikki við í hesum talinum, 3,325 mia. kr.
Útrokningar
Ein aktuarur, ein tryggingarfrøðingur, er í ferð við at rokna út, hvussu nógv landskassin skyldar løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum í eftirløn. Tølini hjá Gjaldstovuni vísa, at eftirlønin kostar landskassanum nakrar milliónir meira fyri hvørt árið.
Nýggjasta talið, sum er endaligt, er tað fyri 2014, til 1.desember. Ein framrokning sigur, at í ár fara eftirlønirnar hjá tænastufólkum, løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum at kosta landskassanum 123 milliónir og 765.000 kr.
Síðani er talan um metingar. Og tær siga, at um tíggju ár kemur talið í hæddina og fer tá upp um 200 milliónir um árið.
Talið minkar so aftur, tí færri fólk eru sett í tænastumannastørv seinastu árini. Til dømis verða lærarar og pedagogar ikki settir í tænastumannastørv longur.
Nú eru 386 tænastufólk
Í 2010 vóru 485 tænastufólk í Føroyum. Í ár eru tey hundrað færri, 386. Verða ikki nýggj tænastumannastørv skipað, vera 167 tænastufólk eftir um 20 ár sambært tølunum.
Og sambært landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, er hansara politikkur heilt at gevast við at seta fólk í tænastumannastørv.
Tænastufólk fáa eftirløn hvønn mánað, so leingi tey liva, eftir at tey eru farin frá. Tá tey doyggja, fáa hjúnafelagi og børn eftirlønina, børnini til tey fylla 21 ár, eftir ymsum treytum.
Landið hevur fýra sáttmálar við fakfeløg hjá tænastufólkum, tey eru Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Tænastumannafelagið og Serlæknafelagið.