Høvdu 17 fundir um fíggjarlógina

Høvdu 17 fundir um fíggjarlógina
Bæði samgonga og andstøða í fíggjarnevndini hava nógvar broytingar til fíggjarlógaruppskotið
Fíggjarlógin er nú komin aftur í tingið
 
10.12.2014 - 09:06

Semja fekst ikki millum samgongu og andstøðu í Fíggjarnevndini um felags tilmæli um broytingar í uppskotinum hjá landsstýrinum um fíggjarlóg fyri 2015, hóast semja er um onkrar broytingar.

Eftir at hava viðgjørt uppskotið á 17 fundum, kom Fíggjarnevndin við álitinum í gjár.

Meirilutin í nevndini, samgongan, hevur nógvar broytingar, og tað hevur minnilutin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, eisini. 

Saman við Framsókn hava teir báðir stóru andstøðuflokkarnir uppskot um broytingar, sum skulu gera, at hallið í 2015 verður 45,4 mió. kr. minni enn landsstýrið skjýtur upp. Hallið verður sambært uppskotinum hjá minnilutanum 94,3 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV