Seta Fólkaskúlaráðið í nýggja árinum

Seta Fólkaskúlaráðið í nýggja árinum
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Gunvør Balle, tingkvinnu
 
09.12.2014 - 08:08

Fólkaskúlaráðið verður sett fyrst í nýggja árinum.

Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum hevur svarað spurningum frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu, um Fólkaskúlaráðið.

Gunvør Balle spurdi eisini, hví so leingi er drálað við at seta ráðið.

Tí svarar landsstýrismaðurin ikki beinleiðis. Hann svarar bara, at tað hevur tikið heldur longur tíð enn upprunaliga ætlað at seta Fólkaskúlaráðið.

Ráðið gevur ráð

Fyrst í februar í ár hevði Kringvarpið tey tíðindi frá landsstýrismanninum, at nýtt Fólkaskúlaráð skuldi veljast í vár. Skeiðið hjá undanfarna ráði endaði 1.februar.

Fólkaskúlaráðið skal ráðgeva landsstýrisfólkinum í øllum málum víðvíkjandi fólkaskúlanum og ummæla og eftirmeta og gera tilmæli um neyðugar broytingar í fólkaskúlanum.

Gunvør Balle spurdi eisini um Dagstovnaráðið.

Hálvan september segði Bjørn Kalsø, at nýtt Dagstovnaráð skuldi setast nú í heyst.  Bjørn Kalsø sigur, at ætlanin er eisini at seta nýtt dagstovnaráð í nýggja árinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV