Løgtingið skal viðgera eykajáttan til Smyril

Løgtingið skal viðgera eykajáttan til Smyril
Fíggjarnevndarskjalið er broytt til eina eykajáttan, sum er løgd fyri tingið í dag
 
09.12.2014 - 11:55

Fíggjarnevndin vil ikki hava fíggjarnevndarskjøl, tá løgtingið er saman. 

Tað hevur Vinnumálaráðið fingið at vita frá Fíggjarnevndini.

Í staðin fyri hevur nevndin broytt fíggjarnevndarskjalið, sum hon fekk fríggjadagin, til eitt lógaruppskot um eykajáttan, sum er lagt fyri tingið í dag.

Fíggjarnevndin varð biðin um at hækka játtanina til Strandfaraskip landins í ár 950.000 kr. Tær skulu brúkast til óvæntaðar útreiðslur til Smyril.

Trupulleikar við motorunum

Neyðugt hevur verið at fáa eitt fólk frá motorverksmiðjuni MAN at koma til Føroya at kanna høvuðsmotor fýra á Smyrli, tí hann leingi hevur havt ymsar trupulleikar.

Haraftrat er neyðugt at skifta turboløðararnar á tveimum hjálpimotorum. Hesir motorarnir verða jkki gjørdir longur, men tað er kortini eydnast Strandferðsluni at fáa fatur í tveimum nýggjum løðarum.

Alt hetta kostar 950.000 kr., sum Strandferðslan ikki hevur. Tí varð eitt fíggjarnevndarskjal sent Fíggjarnevndini.

Men hon avgjørdi í gjár at lata løgtingið taka avgerðina um eykajáttan.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV