Farloyvisskipanin sparir ALS pening

Farloyvisskipanin sparir ALS pening
Fyrst varð sagt, at broytingin var útreiðsluneutral - nú fer ALS at spara 3-4 milliónir um árið
 
09.12.2014 - 08:25

Tað ørkymlaði Vinnunevndina hjá løgtinginum, at nevndin fekk at vita frá Vinnumálaráðnum um farloyvisskipanina hjá ALS, at broytingin verður útreiðsluneutral.

Vinnunevndin fekk at vita frá ALS, at ALS fer at spara millum tríggjar og fýra milliónir krónur um árið.

Vinnunevndin spurdi tí Vinnumálaráðið, hvussu hetta ber til.

Nýtt fyri Vinnumálaráðnum

Vinnumálaráðið svarar, at tá tað gjørdi lógaruppskotið um broytingar í ALS, visti tað ikki betur, at broytingin var útreiðsluneutral.

At ALS fer at spara nakrar milliónir krónur, tá farloyvisskipanin verður broytt, var nýtt fyri Vinnumálaráðnum.

Vinnumálaráðið hevði ikki tær upplýsingarnar, tá uppskotið varð latið løgtinginum. 

ALS metti eisini í fyrsta umfari, at broytingin fór hvørki at kosta meira ella spara ALS pengar. Men seinni komu tey í ALS eftir, at broytingin fer at geva tríggjar-fýra milliónir krónur í sparing um árið.

Í fjør brúktu 40 fólk farloyvisskipanina hjá ALS. Higartil í ár hava 36 fólk brúkt hana. Síðani aldaskiftið hava knappliga 300 fólk brúkt farloyvisskipanina, sum nú skal takast av.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV