- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú skulu ísbjarnir í Grønlandi teljast
Stovnurin fyri náttúruvernd í Grønlandi hevur fingið pening frá Fólkatingsins umhvørvisnevnd til fyrireikandi kanningar. Verkætlanin byrjar væntandi í 2015, tá fólk frá stovninum fyri náttúruvernd fara at tosa við veiðumenn í Eysturgrønlandi.
Seinni er ætlanin, at granskarar skulu seta sendarar á ísbjarnir, so greiða fæst á, hvussu tær ferðast í økinum við Tasilaq í Eysturgrønlandi. Harumframt er ætlanin, at veiðumenn í Eysturgrønlandi eisini skulu gera ílegukanningar av ísbjarnum.
Ílegukanningarnar skulu fáa greiðu á, hvussu nógvir stovnar av ísbjarnum eru, og um neyðugt er við fleiri fyrisitingarligum økjum. Orsøkin, til at ísbjarnir í Eysturgrønlandi ikki áður eru taldar og skrásettar, er, at tað er drúgt og kostnaðarmikið at gera arbeiðið.
Stovnurin fyri náttúruvernd í Grønlandi tekur nú fyrsta stigið, og vónar, at fyrstu úrslitini fyri burðardygga veiðu av ísbjarnum eru tøk í 2019.