Heilaflýggjan úr Russlandi

Heilaflýggjan úr Russlandi
Ikki síðan í 1990-unum eru so nógv vælútbúgvin fólk í Russlandi flutt úr landinum sum nú, vísa nýggj hagtøl
Nógv fólk við góðum útbúgvingum flyta úr Russlandi. Ikki síðan í 1990-unum hava so nógv vælútbúgvin fólk flutt úr landinum sum nú
Mynd: AP  
 
07.12.2014 - 12:38

Í 2013 fluttu 186.000 fólk úr landinum, men bara síðan apríl mánað í ár eru fleiri enn 200.000 fólk flutt úr Russlandi. Tað vísa nýggj hagtøl hjá russisku myndugleikunum.

Harumframt søktu 40.000 russarar um friðskjól í øðrum londum í 2013, kemur fram í eini frágreiðing hjá Sameindu Tjóðum. Hetta eru 76 prosent fleiri fólk enn í 2012, sambært frágreiðingini.

Tá Sovjetsamveldið varð upployst, var ein vanligur útflytari ein fátækur, ófaklærdur maður. Í dag eru tað tey vælbjargaðu og vælútbúnu, ið leita sær vestur eftir, skrivar World Policy Institute

Samstundis sum nógv fólk er flutt úr Russlandi, eru eisini nógv, ið hava søkt um innferðarloyvi til Russlands, tí nógv størv nú eru leys í Russlandi. Sambært eini frágreiðing hjá Sameindu Tjóðum, var tað bert í USA, at fleiri fólk søktu um innferðarloyvi í 2013 enn í Russlandi.

Tey flestu fólkini, ið søkja um innferðarloyvi til Russlands, koma í løtuni úr Aserbajdsjan, Usbekistan og Ukraina, vísa tøl hjá russisku myndugleikunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV