- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breiða samstarvið av ongum í Grønlandi
Fólkið ynskti eitt breitt samstarv millum stóru flokkarnar Siumut og IA. Eitt breitt samstarv, ið skuldi endurreisa álitið á politisku skipanina í Grønlandi.
Men tað varð av ongum, tí í gjár skipaðu Siumut, Atassut og Demokratarnir samgongu í Grønlandi.
Siumut fær fimm landsstýrismenn, meðan Atassut og Demokratarnir fáa hvør sínar tveir.
Til valið 28. november fekk Siumut 11 tingsessir, Demokratarnir 4, meðan Atassut fekk tveir. Samgongan hevur sostatt 17 tingfólk aftanfyri seg í Landstinginum, Naalakkersuisut, meðan andstøðan hevur 14.
Lítið er at ivast í, at Kim Kielsen, formaður í Siumut, verður nýggjur landsstýrisformaður í Grønlandi.
Sí grein um samgonguna í Sermitsiaq HER.