- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spyr um fíggjarstøðuna hjá einligum pápum
Hanus Samró, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, spyr nú Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um fíggjarstøðuna hjá einligum pápum.
Hann sigur, at mangt bendir á, at einligir pápar, sum lesa, hava ilt við at gera útbúgvingina lidna, tí teir skulu gjalda fleiri túsund krónur um árið í barnapengum, men fáa ikki fíggjarliga ágóða frá landinum. Tað er óheppið fyri einligu páparnar undir útbúgving, at teir standa við stórari skuld, tá teir eru lidnir við útbúgvingina, sigur Hanus Samró.
Hann spyr Anniku Olsen, um hon heldur, at fíggjarstøðan hjá einligum pápum undir útbúgving er nøktandi, og um hon ætlar at bøta korini hjá teimum. Hanus Samró spyr eisini, um landsstýriskvinnan kann útgreina fíggjarstøðuna hjá einligum mammum og einligum pápum við tveimum børnum, har bæði lesa.
Meiri verður at frætta um hetta evnið í Degi og Viku í sjónvarpinum í kvøld klokkan 19