Ógreitt hvussu nógv tíð fer til røkt og umsiting

Ógreitt hvussu nógv tíð fer til røkt og umsiting
Í Heimatænastuni verður ikki skilt millum, hvussu nógv tíð fer til røkt ella til koyring, skráseting og annað
 
03.12.2014 - 07:57

Landsgrannskoðanin kann ikki svara Løgtingsgrannskoðarunum, hvussu nógvar tímar, Heimatænastan brúkar til beinleiðis røkt, og hvussu nógvir tímar fara til umsitingina.

Tí tað bar ikki til hjá Landsgrannskoðanini at fáa neyvar upplýsingar um, hvussu nógv tíð verður brúkt til beinleiðis røkt, og hvussu nógv tíð fer til umsiting. 

Orsøkin er, sigur Landsgrannskoðanin í einum uppriti, at Almannaverkið nýtir ymiskar skipanir at skráseta tíðarnýtsluna.  Í Heimatænastuni verður ikki skilt millum, hvussu nógv tíð fer til røkt ella til koyring, skráseting og annað.

1000 pensjónistar afturat

Frá 2005 til 2013 komu 1000 fólkapensjónistar afturat í Føroyum. Men samstundis eru tey, sum fáa hjálp frá Heimatænastuni 400 færri. Røktarheimsplássini eru vorðin 200 fleiri. 

Færri tímar eru latnir til heimarøkt, men lønarútreiðslurnar eru vaksnar, millum annað tí, at starvsfólk eru flutt upp eftir lønarstiganum, tí tey hava betri útbúgving.  
 
Almannaverkið byrjaði at skráseta tímatalið í 2011. Tá vórðu 3.700 tímar tillutaðir um vikuna til heimahjálp. Í ár er tillutaða tímatalið 2.200 tímar um vikuna. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109