- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tingið góðkenna eykjáttan til havnina í Skopun
Tingið góðkenna eykjáttan til havnina í Skopun
Játtanin er brúkt til at tryggja innsiglingina. Arbeiðið er liðugt
01.12.2014 - 15:02
Fíggjarnevndin hevur bert veitt eina eykajáttan við fíggjarnevndarskjali í ár. Løgtingið skal eisini góðkenna slíkar eykajáttanir, og sambært lógini skal landsstýrið leggja fram uppskot um hetta innan 1. desember.
Uppskotið kom í tingið fríggjadagin, og tað snýr seg um Skopunar havn.
Fíggjarnevndin varð í summar biðin um at játta 2,1 millión krónur til at rudda grót til innsiglingina í havnini í Skopun. Hetta var, meðan tingið var í summarfrí. Peningurin varð tikin av játtanini til nýggjar landsvegir.
Játtanin varð brúkt at tryggja innsiglingina. Arbeiðið gekk væl, og er liðugt, sigur Fíggjarmálaráðið
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV