Tingfólk geva Sea Shepherd durafjórðingin

Tingfólk geva Sea Shepherd durafjórðingin
Rættarnevndin í Løgtinginum tekur undir við uppskotinum um at gera tað møguligt at nokta felagsskapum sum Sea Shepherd at koma til Føroya
 
29.11.2014 - 16:41

Tjóðveldi fær undirtøku í løgtinginum fyri uppskotinum um at biðja landsstýrið skjótast gjørligt koma við lógarbroytingum, so til ber at nokta fólki at sleppa inn í landið, sum ætla at bróta lógir ella hótta lóglig rættindi í Føroyum.

Uppskotið kom í kjalarvørrinum av tiltøkunum hjá Sea Shepherd í Føroyum í summar.

Rættarnevndin hjá løgtinginum mælir tinginum til at samtykkja uppskotið, men tó við teirri broyting, at skjótast gjørligt verður í seinasta lagi 1.mai næsta ár.

Rættarnevndin mælir eisini til at strika orðið einstaklingar í uppskoti Tjóðveldis. Eftir stendur orðingin at forða umboðum fyri felagsskapir, sum hava til endamáls at fremja ólógligt virksemi ella hótta lóglig rættindi í Føroyum, at koma til landið ella útinna fyrireikingar til tílíkt virksemi í Føroyum.

Politiið er annars liðugt at eftirmeta, hvussu tað stóð seg í summar, tá Sea Shepherd var her. Seinasta hond verður løgd á eftirmetingina mikudagin.

Slíkar eftirmetingar eru ikki almennar, men sum skilst er politiið nøgt við sítt arbeiði í summar.
   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV