Norski oljugrunnurin farin upp um 6000 milliardir

Norski oljugrunnurin farin upp um 6000 milliardir
Ein uppgerð í gjár vísti, at 6024 milliardir krónur vóru í norska oljugrunninum. Hvør norðmaður eigur sostatt á leið 1.180.000 kr. í oljugrunninum.
Mynd: Norges Bank  
 
28.11.2014 - 10:11

Norski oljugrunnurin er nú farin uppum 6.000 milliardir krónur.  Í skrivandi stund, stendur hann til at vera 6.077 milliardir krónur verdur.

Síðani týsdagin er virðið á grunninum vaksið 100 milliardum krónum.

Tað merkir, at hvør norðmaður eigur 1.180.000 kr. í oljugrunninum.

Tá fíggjarlógin fyri í ár varð samtykt, metti norska stjórnin, at virðið á oljugrunninum fór at vera 5.500 milliardir kr. við árslok.

Oljugrunnurin er nú so stórur, sum metingar vístu, at hann fór at vera við árslok næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV