- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tað bløðir illa á botnlinjuni í Grønlandi
Landskassin hevur eitt hall uppá 275 milliónir krónur í ár, og hetta merkir, at Vittus Qujaukitsoq (Kujau-kit-sokk) og hansara fyrisiting hava roknað 150 milliónir skeivt.
Seinnapartin í gjár var tíðindafundur, og landsstýrismaðurin varð beinanvegin spurdur, um hann hevði roynt at dult hesar óhepnu upplýsingarnar til eftir valið.
- Nei, avgjørt ikki, svaraði hann og legði so afturat:
- Vit eru í valstríði og hava ferðast nógv, men nú fekk eg stundir at halda ein tíðindafund um væntaða undirskotið, segði hann við Sermitsiaq/AG.
Aðalstjórin hjá landsstýrismanninum, sum eitur Peter Hansen, varð eisini spurdur um stóra frávikið sammett við forsagnirnar. Hann segði, at fíggjarkreppa valdar í ár.
- Tað høvdu vit ikki roknað við í 2013, tá fíggjarlógin varð gjørd, greiddi hann frá.
Andstøðuleiðarin Sara Olsvig, forkvinna í IA, var skjót við atfinningunum móti sitandi landsstýri.
- Hetta er vánalig stjórn, sigur hon við KNR.
- Tað er ikki í lagi, at vit fáa so stórt undirskot. Vit noyðast at fáa tamarhald á grønlendska búskapinum, og tí mugu vit hava eitt landsstýri við trúvirði, sigur Sara Olsvig.
Landsstýrið hevði roknað við inntøkum frá skattum og frá avgjøldum á alkoholi, tubbakki og makreli, men ístaðin var meira peningur brúktur til rakstur og løgur.
Sermitsiaq/AG skrivar, at hóast fyrisitingin var tilreiðar at almannakunngera nýggju tølini um stóra hallið tann 17. november, ja, so komu tey ikki fram í ljósmála fyrr enn í gjár, 26. november.