- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vánalig útlit fyri námsvinnu í Grønlandi
Útlitini fyri, at farið verður undir ætlaða jarnmálmnámið við Isukasia norðan fyri Nuuk í Grønlandi, eru vánalig, skrivar Politiken.
Blaðið byggir metingina á, at bretska felagið, London Mining, sum hevur loyvið til virksemið, er um at fara á húsagang, og útlitini fyri at fáa íleggjarar eru vánalig
Bretska felagið fór í gjaldsteðg í heyst, og hevur síðani leitað eftir øðrum feløgum, sum vildu yvirtaka virksemið í Grønlandi, men tað hevur higartil ikki borið til.
Bretska íleggjarafelagið, Anglo Pacific Group, sum var við í ætlanini hjá London Mining, hevur niðurskrivað virksemið í Grønlandi, úr 140 milliónum niður á null. Virksemið er so óvist, at annað er ikki at gera, sigur íleggjarafelagið í roknskapinum.
Loysir seg ikki
Fyrrverandi rakstrarstjórin í Angel Mining, Tim Daffern, sigur við blaðið, og tað snøgt sagt ikki loysir seg at fara undir námsvinnu í Grønlandi.
Tað kostar millum 360 og 390 kr. at fáa eitt tons av jarnmálmi úr grønlendska náminum. Námsfeløg í Brasil og Avstralia hava longu sent málm til Kina, sum er helvtina bíligari, og tí er ringt at kappast, sigur stjórin.
Tí má prísurin á janrmálmi hækka munandi, áðrenn tað loysir seg at fara undir námsvinnuna í Grønlandi, sigur Tim Daffern.