IA stendur til at vinna valið í Grønlandi

IA stendur til at vinna valið í Grønlandi
Sambært veljarakanning hjá Sermitsiaq vinnur grønlendski loysingarflokkurin, IA, valið fríggjandagin.
Forkvinnan í IA, Sara Olsvig, heldur røðu á veljarafundi í Nuuk í gjár.
Mynd: Sermitsiaq  
 
23.11.2014 - 09:58

Veljarakanningin hjá grønlendska blaðnum vísir eisini, at smærru flokkarnir fara at hava stóra ávirkan á, hvør skal skipa samgongu eftir valið.

Sambært veljarakanningini fær IA bara ein tingsess afturat men verður størsti flokkur. Flokkurin fær 12 av teimum 31 sessunum í grønlendska landstinginum.

Stóri taparin verður hinvegin Siumut, sum er flokkurin hjá fyrrverandi landsstýrisforkvinnuni, Alequ Hammond. Siumut missir trý tingfólk og fer úr 14 niður 11 sessir.

Landsstingsval var í Grønlandi í mars í fjør. Eftir tað valið gjørdist Aleqa Hammond landsstýrisforkvinna. Men í heyst kom fram, at hon hevur rindað fyri ferðir og annað hjá sær og familjuni fyri almennan pening. Tí noyddist hon at leggja frá sær. Seinni varð val útskrivað at vera 28. novembur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV