Frá deyðarevsing til frælsi

Frá deyðarevsing til frælsi
Amerikumaður er leyslatin eftir at hava sitið 39 ár í fongsli fyri morð, hann ikki framdi.
Ricky Jackson varð upprunaliga dømdur til deyða. Nú er hann leyslatin.
Mynd: New Zealand Herald  
 
23.11.2014 - 09:29

59 ára gamli Ricky Jackson varð í 1975 dømdur fyri at hava dripið ein mann í býnum Cleveland, Ohio. Men nú 39 ár seinni viðgekk vitnið, Eddy Vernon, at hava logið. Orsøkina segði vitnið vera, at løgreglan hevði lagt trýst á hann undir avhoyring. Eddy Vernon var barn, tá ið hann vitnaði.

Rangi vitnisburðurin hevði við sær, at Ricky Jackson var dømdur til deyða. Seinni varð slík revsing í Ohio broytt til fongsul fyri lívi. Hóast hann hevur sitið ósekur handan rimar meiri enn ein mansaldur, var Ricky Jackson ikki beiskur, tá ið hann varð leyslatin.

- Eg takki dómaranum fyri at hava farið fram rættvíst og óheft. Eg takki eisini ákærvaldinum fyri at verið álítandi, og fyri at hava lagt nýggju prógvini fram, segði Ricky Jackson, áðrenn hann steig út úr rættarhølunum sum fríur maður.

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV