- Tíðindi, mentan og ítróttur
Makrelurin og sildin eru landað í Føroyum
Landskassin hevur higartil í ár fingið 102,5 mió. kr. í tilfeingisgjaldi fyri makrel og norðhavssild.
Tað vísa tøl hjá Vørn, sum Útvarpið hevur fingið haðani.
Landsstýrið ætlaði at fáa 137 milliónir krónur frá teimum, sum fiska makrel og sild í ár.
Nótaskip og ídnaðarskip gjalda veiðigjald fyri makrel og sild, ávikavist eina krónu og 50 oyru fyri kilo.
Kvotan av norðhavssild er fiskað. Men okkurt um 16.000 tons eru eftir av makrelinum.
Alt landað í Føroyum
Allur makrelurin og øll norðhavssildin, sum føroyingar hava fiskað í ár, eru landað í Føroyum. Bara eittans undantak er, Finnur Fríði landaði 812 tons av makreli og 26 tons av norðhavssild í Selje í Noregi. Fyri hendan fiskin fekk landskassin tríggjar krónur fyri kilo í tilfeingisgjaldi fyri makrelin og 2,50 kr. fyri sildina.
Landskassin krevur tvær krónur fyri kilo í avreiðíngargjaldi fyri makrel og norðhavssild, sum verða landað uttanlands.
Uppsjóvarvirkinum í Føroyum hava fingið góð 24.800 tons av norðhavssild og okkurt um 130.000 tons av makreli frá føroyskum skipum í ár.