- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bárður hevur bjargað fólki í Miðjarðarhavinum
Bárður Nielsen í Skopun er elektrikari á norska skipinum Bourbon Orca, og teir hava fleiri ferðir í summar og í heyst tikið nógv flóttafólk upp, fólk, sum í skirvisligum bátum verða sigld úr Norðurafrika til Evropa, har tey vóna at fáa eitt betri lív uttan krígg og fátækdømi.
Seinasta árið hava skip í Miðjarðarhavinum tikið meira enn 100.000 flóttafólk upp, og Amnesty International heldur, at higartil í ár eru 2.500 fólk deyð á ferðini, og tað talið er metstórt, verður sagt.
Hevur skrivað frágreiðing
Bárður hevur skrivað frágreiðing til norska reiðaríið um tær hendingar, honum og manningini á Bourbon Orca hava verið fyri í summar við myndum, ið eru tiknar, tá teir hava bjargað ella hjálpt fólki.
Bourbon Orce er liggur hjá einum oljuboripalli í Miðjarðarhavinum, men hoyra teir neyðarkall ella verða bidnir um at fara til hjálpar,
Í løtuni er Bárður heima, og í kvøld fer hann at siga frá tí, hann og manningin á ankar- og veitingarskipinum Bourbon Orca hava verið fyri, meðan í Miðjarðarhavinum.
Vertur í Vangamyndini er Bogi Godtfred.