Framvegis tørvur á vardum bústøðum

Framvegis tørvur á vardum bústøðum
Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi frá Rigmor Dam, løgtingskvinnu
 
20.11.2014 - 11:33

Ein av niðurstøðunum av málinum um bústaðir til sálarsjúk við Íslandsvegin í Havn er, at ferð má setast á arbeiðið at útvega nøktandi bústaðarkarmar, bæði kring landið, men ikki minst í miðstaðarøkinum.

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, í svari til Rigmor Dam, løgtingskvinnu, sum spurdi um málið.

Almannamálaráðið hevur heitt á Almannaverkið um at gera eitt yvirlit yvir tørv á vardum bústøðum. Yvirlitið skal umfata bíðilista, málbólk og staðseting.

Annika Olsen sigur, at tað er ikki ein gongd leið at hava vardar bústaðir í umbygdum sethúsum. Tí er umráðandi fáa nøktandi bústaðarkarmar, bæði hjá teimum, sum longu eru í skipanini, men eisini hjá teimum, sum standa á bíðlista at fáa bústað.

Av tí at búfólk vórðu kunnað um, hvørjar ætlanir Almannaverkið arbeiddi við, og at komið var so mikið væl áleiðis við fyrireikingunum, hava Almannaverkið og Bústaðir avtalað at halda fram við arbeiðnum at skipa tilboð á Íslandsvegi 22, sigur Annika Olsen í svarinum til Rigmor Dam.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV