- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elektron væntar avlop í 2016
Gjaldførið hjá Elektron er vánaligt, og tað er versnað seinastu trý árini. Hallið í fjør var slakar 20 milliónir kr. Óvanligar eyka kostnaðarføringar vóru í fjør fyri 17 milliónir, og tí er veruliga rakstrarhallið 2,8 milliónir kr.
Leiðslan hevur sett nýggja kós, og tað merkir, at hall verður eisini í ár, javnvág næsta ár, men í 2016 verður avlop.
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til til fyrispurning frá Høgna Hoydal, tingmanni.
Nógv færri ársverk
Tað ber ikki til neyvt at siga, hvussu nógv færri arbeiðspláss eru á Elektron, síðani bankarnir fóru at flyta KT-virksemið av landinum. 2010 vóru 94 ársverk, men í ár eru 62 ársverk.
Leiðslan á Elektron sigur, at niðurskurðurin hevur eisini aðrar orsøkir, eitt nú atomatiseringar og effektiviseringar.
Høgni Hoydal spurdi, hvussu nógv tað hevur kostað eigarunum av Elektron - tað eru landsstýrið og peningastovnarnir- at alt KT-virksemið er flutt av landinum.
Kunnu ikki svara
Jørgen Niclasen hevur sent spurningin víðari til peningastovnarnar, men teir siga seg ikki kunna svara, tí talan er um upplýsingar, sum eru fevndar av tagnarskyldu mótvegis KT-veitaranum og um innanhýsis trúnaðarupplýsingar.
Arbeitt verður við at leggja skattaskipanirnar á ein nýggjan pall, sum skal gera raksturin bíligari. Verkætlanin kostar landinum slakar 15 mió. kr. Harumframt er hálv onnur millión nýtt til forkanning í 2012. Væntandi verða spardar fýra milliónir kr. um árið, sigur Jørgen Niclasen.