- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur forseti í Rumenia
Rumenia hevur fingið nýggjan forseta. Talan er um Klaus Iohannis, sum er formaður í konservativa flokkinum í landinum og borgarstjóri í Sibiu. Hann er umboð fyri týskmælta minnilutan í landinum.
Forsætisráðharrin, Victor Ponta, viðgekk í gjárkvøldið, at hann hevði tapt valið í seinna umfarinum.
Ponta vann annars fyrra umfarið, men fekk ikki nóg mikið av atkvøðum fyri at verða valdur.
Victor Ponta hevur ligið á odda í meiningakanningunum upp undir valið í gjár, men munurin hevur verið lítil.
Leggur ikki frá sær
Victor Ponta boðar í morgun frá, at hann fer ikki at leggja frá sær sum forsætisráðharri, hóast hann tapti forsetavalið.
55 ára gamli Klaus Iohannis hevur í valstríðnum lagt dent á, at hann fer at stríðast ímóti korrupsjónini í landinum, og at seta búskaparligar nýskipanir í verk.
Rumenia er limur í ES, men landið er fátækt - bara Bulgaria er fátækari.
ES fylgir væl við gongdini í Rumenia, tí nógv svik er í landinum, og mett verður ikki, at landið er nóg búgvið at vera við í Schengen-samstarvinum.
Forsetin í Rumenia stendur á odda fyri uttanríkispolitikkinum, verjupolitikkinum og rættarskipanini í landinum.