- Tíðindi, mentan og ítróttur
Makrelsamráðingar aftur í næstu viku
Fríggjadagin í næstu viku taka Føroyar, ES og Noreg upp aftur samráðingarnar um makrelin, sum endaðu úrslitaleysar í London 24.oktober.
Ísland er ikki boðið við á fundin, sum verður í Bergen. Ísland var ikki við í fimm ára semjuni, sum hini trý strandarlondini gjørdu á grækarismessu í ár.
Ætlanin er at gera enn eina roynd at áseta heildarkvotuna fyri 2015 á fundinum í Bergen um eina góða viku.
ES, Noreg og Føroyar hava longu avgjørt, hvussu stóran part, hvussu nógv prosent av heildarkvotuni, tey eiga.
Svartkjaftur og norðhavssild
15. og 16.desember fara strandarlondini at samráðast um svartkjaft og 17. og 18.desember um norðhavssild. Tær samráðingarnar vera í London.
Týsdagin fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um svartkjaftabýtið í 2015 og árini eftir tað.
Átta ára gamla semjan um svartkjaftin er farin fyri skeytið, tí ES vil, sum skilst, ikki vera við longur.