Aleqa Hammond varð ávarað fleiri ferðir

Aleqa Hammond varð ávarað fleiri ferðir
Longu í januar ávaraðu embætisfólk um peninganýtsluna hjá fyrrverandi grønlendsku landsstýrisforkvinnuni.
 
12.11.2014 - 15:33

Leiðandi embætisfólk í grønlendsku landsfyrisitingini royndu fleiri ferðir at fáa fyrrverandi landsstýrisforkvinnuna, Alequ Hammond, at gjalda landskassanum tað, sum hon skyldaði. Og longu í januar ávaraðu tey hana ímóti at brúka almennar pengar til privat endamál.

Tað siga trý embætisfólk í eini frágreiðing um málið, sum endaði við, at Aleqa Hammond noyddist at leggja frá sær sum forkvinna í landsstýrinum og forkvinna í Siumut, skrivar grønlendska blaðið Senitsiaq.

- Eg gjørdi hana fleiri ferðir varuga við, frá januar til september í ár, at tað kann ikki góðtakast, at almennur peningur, sum er nýttur til privat endamál, ikki verður goldin aftur, sigur leiðarin í búskapar- og starvsfólkastýrinum, Lars Dencker, í síni frágreiðing.

Brúkti meiri enn 100.000 kr.

Fyrst í oktober avgjørdi Aleqa Hammond at leggja frá sær, eftir at tað var komið undan kavi, at hon hevði nýtt meiri enn 100.000 krónur úr grønlendska landskassanum til privat endamál. Peningurin var m.a. nýttur til flogferðaseðlar og hotelgistingar.

Semisiaq hevur ikki fingið viðmerking frá Alequ Hammond.

Landstingsval verður í Grønlandi 28. november, og Aleqa Hammond stillar ikki uppaftur.

Meiri verður at frætta í Radaranum, sum verður at hoyra í útvarpinum klokkan 17.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
RagnarRokk:Anna "Ace" Brunner um Galvanize
186596
Hósdag 20. februar
Leitisstein 18.02.2025
188081
Hósdag 20. februar
Andarblak 20. februar 2025
188079
Hósdag 20. februar
Breddin: Friðarsamráðingar um Ukraina
188053
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825