- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noreg rekur útlendingar av landinum
Norsku útlendingamyndugleikarnir senda nú so nógv fólk av aftur landinum, sum ongantíð fyrr.
Bæði í september og í oktober settu útvísingarnar met, tá ávikavist 763 og 824 útlendingar vórðu sendir av aftur landinum. Talan er um fólk, sum høvdu søkt um uppihaldsloyvi í Noreg.
Dagsavísin skrivar, at norsku myndugleikarnir fara at senda yvir 7.000 fólk av landinum í ár, sum høvdu søkt um uppihaldsloyvi.
Møguleikarnir fyri at senda fólk av landinum, eru batnaðir munandi, tí nú er tryggari at senda fólk aftur til Afghanistan og til Nigeria, upplýsa norsku myndugleikarnir.
Fleiri av teimum, sum nú verða send aftur úr Noregi, eru fyrr send heim, men tey eru ólógliga komin aftur til Noregs. Fleiri eru eisini, sum hava framt brotsverk, meðan tey hava verið í Noregi, og tey fáa ikki uppihaldsloyvi í landinum, upplýsa norsku myndugleikarnir.