Vilja hava fólkavalda stjórn í Burkina Faso

Vilja hava fólkavalda stjórn í Burkina Faso
Fram til valið, sum verður í november næsta ár, verður landið stýrt av fyribilsstjórn. Leiðari verður oberstløjtnanturin Isaac Zida
Yacouba Isaac Zida, fyribilsleidari í Burkina Faso
Mynd: Reuters  
 
06.11.2014 - 09:04

Tað verður ikki fyrr enn um eitt ár, at landið fær fólkavalda stjórn. Tað eru herurin í landinum, politisku flokkarnir og sivilu leiðararnir vorðnir samdir um á fundi um kreppuna sum er í landinum. 

Fram til valið, sum verður í november næsta ár, verður landið stýrt av fyribilsstjórn. 

Á fundinum vórðu leiðarar úr trimum øðrum afrikonskum londum við sum meklarar. Semja var tó ikki á fundinum um at tilnevna ein persón, sum skal standa í oddinum fyri nýggju fyribilsstjórnini. 

Forsetin í Ghana, John Dramani Mahama, sum saman við forsetunum í Nigeria og Senegal meklaðu millum partarnar, væntar tó, at fyribilsstjórn verður skipað ein av fystu døgunum.

Teir tríggir forsetarnir vóru á fundi í Ecowas, - Economic Community of West African States, sum stúrir fyri gongdini í landinum.

Heruruin í Burkina Faso tók valdið í landinum, tá forsetin, Blaise Campaore, í farnu viku varð rikin frá valdinum, eftir mótmælisgongur og samanbrestir í fleiri dagar.

Í fyrstu atløgu tók Honoré Traoré, herovasti, valdið og tilnevndi seg sjálvan sum landsins leiðara. Men dagin eftir var kvett framt móti honum, tá Isaac Zida, oberstloytnantur, tilnevndi seg sum forseta og boðaði frá, at hann verður leiðari fyri fyribilsstjórini, sum verður fram til valið um eitt ár.

Afrikanska samgongar, USA og Frakland hava hótt við tiltøkum, um teir, sum hava fram kvettið, ikki hava tilnevnt sivila stjórn innan tvær vikur eru gingnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV