Fjallið Mannen í Norra flytur seg framvegis

Fjallið Mannen í Norra flytur seg framvegis
Vandamikla økið av fjallinum hevur flutt seg umleið ein til hálvan triðja sentimetrar seinasta samdøgur. Økið fram við fjallinum er framvegis stongt
Norska fjallið Mannen flytur seg framvegis
Mynd: Savnsmynd  
 
05.11.2014 - 14:16

Út frá teimum ferðmátingum, sum eru gjørdar av norska fjallinum, Mannen, seinastu dagarnar, verður hildið, at fjallið framvegis glíður, men ferðin verður minni og minni, skrivar nrk á heimasíðu síni í gjár.

Politiið stendur framvegis á varðhaldi við fjallið, og tað er ikki loyvt at ferðast í umráðnum tí vandi er framvegis fyri skriðulopi.

Politiið hevur fingið hjálp frá borgaraverndini á staðnum, at sita á varðhaldi, so eingin nærkast fjallinum, og eisini skulu tey lurtað eftir øllum ljóðum, sum koma frá fjallinum, til skrásetingar. Lønin at sita á varðhaldi er ikki góð, og ein teirra, Kristina Mittet Bjerkeli, sigur, at hon hevur mist nógvan pening at sita á varðhaldi her, í staðin fyri at passa vanliga arbeiðið. Lønin at sita á varðhaldi við Mannen, er 500 norskar krónur um døgnið.

Norska fraktfyritøkan, Cargolink, hevur biðið um at fáa undantaksloyvið at koyra fram við fjallinum. Fyritøkan missir umleið eina millión krónur um vikuna, nú tey ikki sleppa at koyra framvið Mannenfjallinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV