Miðval í USA: Obama stendur seg ikki væl

Miðval í USA: Obama stendur seg ikki væl
Fleiri demokratar hava biðið forsetan um at halda seg burtur, tí hann styggir atkvøður. Obama verður eisini lagdur undir ikki at vera nóg virkin
Fleiri demokratar hava biðið Barack Obama um at halda seg burtur í dag, nú miðval er í USA, tí Obama styggir veljararnar burtur, siga teir
Mynd: AP

04.11.2014 - 08:37

Miðval er í USA í dag, og veljast skulu umboð í bæði kømrini í Kongressini, sum eru umboðsmannatingið og senatið. Allir 435 sessirnir í umboðsmannatinginum standa fyri vali.

Senatið hevur 100 sessir, 33 standa fyri vali. Republikanararnir, sum eru í andstøðu, hava meiriluta í umboðsmannatinginum, men veljarakanningar benda á, at teir eisini fáa meiriluta í senatinum eftir valið í dag.

Hendir tað, noyðist Obama, forseti, annaðhvørt at gera neyðsemjur við republikanararnar, ella at nýta sýtingarrættin. Tað verður strævið í longdini, siga politiskir eygleiðarar.

Veljarakanningar tala ikki fyri Obama

Obama stendur seg ikki væl í veljarakanningum í løtuni, og undir valstríðnum hava fleiri demokratar biðið forsetan um at halda seg burtur, tí hann styggir atkvøður.

Búskaparlig framgongd er í USA, men fólkið merkir eisini framgongdina, og Obama verður eisini lagdur undir ikki at vera nóg virkin, eitt nú tá ræður um ebola smittuna og kríggið móti Islamskum Stati.

Bert eitt kann forða fyri, at republikanararnir fáa alt valdið í Kongressini, og tað er valluttøkan. Fara tey ungu eisini á val í dag, kann úrslitið gerast ein fyrimunur fyri demokratarnar, siga eygleiðarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV