Russland viðurkennir valið har eysturi í Ukraina

Russland viðurkennir valið har eysturi í Ukraina
Russland fer sum væntað at viðurkenna úrslitið av valinum, sum russar, ið vilja loysa frá Ukraina, skipaðu fyri í landspørtunum Donetsk og Lugansk
Russland viðurkennir valið í Ukraina
Mynd: dn.no  
 
03.11.2014 - 09:33

- Tey valdu hava fingið heimild at loysa mál og at fáa lívið í landspørtunum at ganga sína vanligu gongd, stendur í eini fráboðan frá uttanríkisráðnum í Moskva.

Sambært valnevndunum hevur loysingarleiðarin, Aleksander Sakhartjenko, vunnið stórsigur í Donetsk, og Igor Plotnitskij hevur vunnið valið í Lugansk. 

Sambært russisku tíðindastovini Itar-tass hevði uppreistrarleiðarin fingið 70 prosent, tá helvtin av atkvøðunum varð tald. 

Meðan Russland viðurkennir valúrslitið, sigur ES, at tað forðar fyri friði í Ukraina. 

Nýggi uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Federica Mogherini, sigur, at valið er ólógligt, og at tað forðar fyri friði í landinum. ES fer ikki at viðurkenna valið, sigur Federica Mogherini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV