Stigvísa økingin av ebolasmittuni er steðgað

Stigvísa økingin av ebolasmittuni er steðgað
Ebolasmittan breiðir seg ikki longur skjótari og skjótari, sigur Christopher Dye í heimsheilsustovninum WHO
Ebolavandin mminkar
Mynd: AP  
 
03.11.2014 - 09:01

 

Tekin eru um, at Ebola-smittan er um at hasa av.

Nú er staðfest, at smittan breiðir seg ikki so nógv, sigur Christopher Dye í heimsheilsustovninum WHO, sum hevur ábyrgdina av at meta um, hvussu smittan kann væntast at breiða seg. 

Hann sigur við BBC News, at enn eru øki, har smittan breiðir seg skjótt, men sum heild er líkt til, at vøksturin er steðgaður.

Umleið 1000 fólk verða smittað av Ebola um vikuna í vesturafrikansku londunum, so enn er langt eftir á mál, sigur Christopher Dye við BBC News.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV