- Tíðindi, mentan og ítróttur
Birkilund verður umvæld fyri 14,5 milliónir krónur
Tað fer at kosta 14,5 mío. kr. at umvæla dagsstovnin Birkilund í eysturbýnum í Havn
Býráðið samtykti í gjárkvøldið at taka av tilboði frá Húsavarðartænastuni upp á arbeiðið.
Trivnaðarnevndin hjá býráðnum samtykti annars í apríl í ár at seta í verk býráðssamtyktina frá juli í 2012 um at byggja nýggjan stovn og bjóða arkitektaarbeiðið út alment.
Men í mai í ár samtykti Fíggjarnevndin at mæla býráðnum til at bjóða út arbeiðið at høvuðsumvæla bygningin sum undirhondsboð millum tveir arbeiðstakarar. Og tað samtykti býráðið.
Eittans tilboð kom, og tað var frá Húsavarðartænastuni.
Umvælingin er mett at taka 10 mánaðir.
Blámusoppur er í Birkilund, og tí er neyðugt at umvæla bygningin.