Persónliga "Mein Kampf" hjá Hitler undir hamaran

Persónliga "Mein Kampf" hjá Hitler undir hamaran
Uppbossølumaðurin væntar at bókin fer fyri umleið 660.000 krónir
Persónliga "Mein Kampf" hjá Adolf Hitler á uppboðssølu
Mynd: DailyMail  
 
30.10.2014 - 10:19

Egna avritið av bókini, sum Hitler sjálvur hevði heima í íbúðini í München, varð í 1945 tikin úr íbúðini saman við øðrum lutum hjá Hitler. Hetta skribar DailyMail

Tað var amerikanski hermaðurin Joseph Ben Lieber, sum tók bókina heim við sær.

Bókin er frá 1932, og hildið verður, at hetta er einasta persónliga eintakið hjá Adolf Hitler av "Mein Kampf." Innanfyri á permuni, er innsiglið hjá Adolf Hitler.

Tað var í 1925 at týski ríkisleiðarin, Adolf Hitler gav út bókina "Mein Kampf"

 

Uppboðssølumaðurin, Craig Gottlieb, sum hevur selt fleiri persónligar lutir hjá Hitler, væntar at bókin kann fara fyri umleið 660.000 krónir

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV