Burkina Faso brennir

Burkina Faso brennir
Sum skilst hava mótmælisfólk fest eld í, tí parlamentið umhugsar at broyta grundlógina í Burkina Faso
Mótmælisfól fest eld i høvuðsstaðin í Burkina Faso
Mynd: BBC  
 
30.10.2014 - 13:07

Parlamentið í høvuðsstaðnum í Burkina faso, hann eitur Ouagadougou, stendur í ljósum loga. Tað skrivar BBC, sum hevur fólk á staðnum, fyri løtu síðani. 

Sum skilst hava mótmælisfólk fest eld í, tí parlamentið umhugsar at broyta grundlógina í Burkina Faso, so forsætisráðharrin Blaise Compaoré kann halda fram. 

Blaise Compaore hevur sitið við valdið síðani hernaðarkvettið í 1987. Fleiri val hava verið, sum forsætisráðharrin hevur vunnið greitt, men bæði andstøðan í landinum og altjóða samfelagið hava sett spurnatekin við øll valini, - sum øll hava verið merkt av illgruna um svik. 

Sambært altjóða tíðindastovuni AFP, hava umleið 1500 mótmælisfólk hertikið parlamentið. Almennu loftmiðlarnir í landinum eru sløktir og løgreglan hevur skotið við táragassi eftir mótmælisfólkunum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV