Lítil vón fyri kolanámsarbeiðarunum í Turkalandi

Lítil vón fyri kolanámsarbeiðarunum í Turkalandi
Bjargingarfólkini eru við at missa vónina at bjarga teimum 18 kolanámsarbeiðarunum, sum eru innilæstir í kolanáminum
Lítil møgulriki at bjarga teimum 18 kolanámsarbeiðarunum í Turkalandi
Mynd: BBC News  
 
29.10.2014 - 14:03

Vatn kom inn í ein part av náminum, meðan námsarbeiðararnir vóru til arbeiðis, og læsti námið, so teir ikki sluppu upp. Sagt verður, at arbeiðararnir eru umleið 300 metrar niðri.

Bjargingarfólk frá býnum Ermenek, hava roynt at lagt dren í námið, so teir umleið 11 milliónir litrarnir, sum eru runnir í námið, kunnu renna burtur.

16 námsarbeiðarar sluppu upp áðrenn námið læstist. Ein teirra sigur, at hetta er triðju ferð innan stutta tíð at námið er fylt við vatni, og at trygdarumstøðurnar í námunum eru heilt út av lagi vánaligar.

Turkiski forsetin Erdogan er komin á staðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV