Í 2030 skal 27 prosent minni orka til húsarhaldið

Í 2030 skal 27 prosent minni orka til húsarhaldið
ES londini eru samd um at minka útlátið av veðurlagsgassum við minst 40 prosentum í 2030, í mun til útlátið í 1990
ES londini eru samd um at minka útlátið av veðurlagsgassum við minst 40 prosentum
Mynd: Savnsmynd  
 
24.10.2014 - 09:16

ES londini eru samd um at minka útlátið av veðurlagsgassum við minst 40 prosentum í 2030, í mun til útlátið í 1990. Og londini hava sett sær fyri at tá skulu 27 prosent av orkuni vera grøn orka.
Sostatt standa ES-londini saman um eitt felags uppskot á altjóða veðurlagsfundinum sum verður í Paris næsta ár.
Men londini hava samstundis tryggjað sær, at tey kunnu minka um málið, um onnur lond í heiminum ikki fylgja við.
Londini eru kortini ikki samd um, hvussu nógv hvørt landið skal minka um útlátið, og tann spurningurin er eftir at loysa.
Londini miða eftir, at í 2030 skal 27 prosent minni orka nýtast til at støvsuga, hita í húsum og til at koyra bil.
Tað eru kortini trupulleikar eftir at loysa, tí Poland fær 80 prosent av sínari orku frá kolorkuverkum, sum dálka sera illa. Og so er Týskland, sum er størsti búskapurin í ES, tí har endar rokningin sum oftast, tá talan er um at fáa semjur ímillum ES-londini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV