Kanadiska løgreglan eyðmerkt drápsmannin

Kanadiska løgreglan eyðmerkt drápsmannin
VIDEO: Løgreglan sigur, at talan var um ein kanadiskan ríkisborgara, sum fyri kortum tók við muslimskari trúgv
Kanadiski parlamentsbygningurin
Mynd: BBC  
 
23.10.2014 - 07:58

Kanadiska løgreglan heldur seg vita hvør maðurin var, sum seinnapartin í gjár skjeyt og drap ein hermann við ein minnisvarða yvir falnar kanadiskar hermenn, uttanfyri tjóðartingið, og síðani fór inn í tjóðartingið og skjeyt frá hond.

Løgreglan sigur, at talan var um ein kanadiskan ríkisborgara, sum fyri kortum tók við muslimskari trygv.

Eftir at maðurin hevði skotið hermannin, loysti hann eini 30 skot av inni í tjóðartingsbygninginum.

Ein trygdarvørður møtti manninum og skjeyt hann.

Fleiri tjóðartingslimir siga frá, at teir sótu á fundi, og at teir hoyrdu skotini á gongini uttanfyri.

Tað var í tøkum tíma at trygdarvørðurin fekk tamarhald á støðuni, siga tjóðartingslimirnir.

Kanadiska løgreglan upplýsir samstundis, at ein annar kanadiari mánadagin drap ein hermann á einum parkeringsøki í býnum. Eisini tann maðurin hevði herfyri tikið við islamskari trúgv.

Hann rendi á tveir hermenn á parkeringsøkinum, og annar doyði.

Tað sum hendi í Kanada í gjár, hevur fingið fleiri stjórnir at økja um trygdina hjá polittikarunum.

Millum annað hevur australska stjórnin boðað frá, at trygdin við tjóðartingsbygningin í Canberra verður strangari í dag, enn hon hevur verið.

 

Upptøka frá skotbardøgum í Kanadiska parlamentsbygninginum

Globe and Mail

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV