- Tíðindi, mentan og ítróttur
Holocaustdagurin kemur neyvan í flaggkunngerðina
27.januar verður neyvan almennur flaggdagur í Føroyum.
27.januar er ST holocaustdagurin, altjóða minningardagur um jødatýningina undir seinna heimsbardaga og onnur fólkadráp eftir heimsbardagan.
Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, hevur spurt løgmann og landsstýrismannin í mentamálum um 27.januar verður almennur flaggdagur í Føroyum.
Flaggkunngerðin er málsøkið hjá løgmanni. Kaj Leo Holm Johannesen svarar, at bara í Týsklandi er 27.januar almennur flaggdagur.
Løgmaður heldur, at vit eiga at gera 27.januar til minningardag, men ikki flaggdag, í Føroyum.
Viðgerast í landsstýrinum
Landsstýrið noyðist tó at viðgera spurningin neyvari, áðrenn støða verður tikin um almennan flaggdag 27.januar. Men í nógvum londum er holocaustdagurin minningardagur.
Og slíkir merkisdagar er málsøkið hjá Mentamálaráðnum.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur í svari, at skal 27.januar veruliga festa røtur sum serligur minningardagur í Føroyum, er neyðugt at gera fyrireikingar saman við kommunum, skúlum, øðrum viðkomandi stovnum og fjølmiðlum.
Bjørn Kalsø sigur, at hann í fyrsta umfari fer at leggja spurningin fyri landsstýrið og eftir tað taka støðu til, hvussu dagurin kann gerast meira sjónligur merkisdagur í Føroyum.
Bjarni Djurholm minnir í sínum fyrispurningi á, at løgmaður tíðliga á vári í fjør og aftur í ár boðaði frá, at almennur holocaustdagur verður settur í gildi í Føroyum.