- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fuglaveiðan er byrjað
Veiðitíðin fyri lomvigu, álku og lunda er frá 1. oktober til 20. januar.
Loyvt er eisini at skjóta skarv frá 1.oktober, men veiðitíðin fyri skarv er nakað styttri, - hon endar 30. november.
Loyvt er annars alt árið at skjóta kráku, ravn, kjógva, skúgv, havhest, súlu og øll másasløg, - tó er bert loyvt at skjóta ritu á sjónum.
Her kanst tú lesa Fuglaveiðilógina
Ikki er loyvt at skjóta ella veiða annan fugl, enn áðurnevndu, og tað er galdandi uppi á landi yvirhøvur, eisini á vøtnum og firðum, víkum og sundum og á sjónum yvirhøvur út at fiskimarkinum.
Loyvt er bert at brúka høglbyrsu, ið kann løðast við í mesta lagi tveimum partónum.
Fuglaveiða og skjóting yvirhøvur er ikki loyvd sunnu- og haldidagar, stendur í fuglalógini.