Ebola: USA økir trygdina

Ebola: USA økir trygdina
Nýggj amerikansk reglugerð ásetur, at fólk, sum koma úr vesturafrika, skulu inn í landið um ávísar flogvallir, skrivar BBC
Ferðafólk úr vesturafrika skulu kannast tá tey koma til USA
Mynd: savnsmynd  
 
22.10.2014 - 10:26

Ferðandi, sum koma úr vesturafrikansku londunum Sierra Leone, Liberia og Guinea, til USA, sleppa nú bert inn í landið, um tey koma um flogvallirnar O'Hare, JFK, Newark, Washingtons Dulles ella Atlanta, har tey verða serliga væl kannað, skrivar BBC

Eitt nú skulu tey ferðandi máta fepurin. 

Heimsheilsustovnurin WHO, hevur kallað saman til fund, fyri at viðgera støðuna í USA. Higartil hevur ebolasmittan kosta umleið 4500 mannalív. har flestu eru deyð í londunum Sierra Leone, Liberia og Guinea. USA setur hesa trygdarlegur í gongd, tí amerikanarar eru sera óttafull um smittuvandan. Tríggir amerikanarar hava fingið smittuna, og ein teirra er deyður 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV