Íslendsk lóggáva í stríð við lóggávu hjá ES

Íslendsk lóggáva í stríð við lóggávu hjá ES
Íslendskir myndugleikar arbeiða í løtuni við at gera móttøkur, sum skulu taka ímóti burturkasti frá slaktinum, so Ísland lýkur ES-lóggávuna
Lóggávan í Íslandi um innflutning av feskum og viðgjørdum kjøti er í stríð við ES-lóggávu. Tí verður í løtuni arbeitt við at gera nýggjar móttøkur
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd  
 
20.10.2014 - 16:10

Íslendska lóggávan um innflutning av feskum og viðgjørdum kjøti er í stríð við ES-lóggávu. Tí arbeiða íslendskir myndugleikar í løtuni við at gera móttøkur, sum skulu taka ímóti burturkasti frá slaktinum.

Ísland flytir út feskt og tilgjørt seyðakjøt til ES, og ES krevur at kjøtið lýkur evropiskar lóggávu um burturkast frá djórum. Sambært lógini skal hetta fyribeinast á permanentan máta, til dømis at tað skal brennast.

ES býtir burturkast frá djórum í tríggjar vandabólkar, og tveir av hesum skulu burturbeinast permanent. Tað vil siga ikki tyrvast ella gravast niður, men brennast, orsakað av smittuvanda.

Men ov fáa brennistøðir eru í Íslandi, sum kunnu taka ímóti burturkasti frá sláturvirkjum. Av átta sláturvirkjum í Íslandi, er bara eitt sum kann brenna sítt burturkast. Hini koyra leivdirnar burtur saman við øðrum burturkasti.

ES: Ísland kann fáa undantak

- Tíverri vórðu nógvar brennistøðir stongdar, tí tær luku ikki ES-krøv. Men tað er sjálvandi greitt, at rættasta leiðin hjá okkum er at forkoma leivdum og smittuvandanum við at brenna tað, sigur Halldór Runólfsson, ráðgevi í íslendska vinnu og nýskapanarráðnum.

ES hevur víst á, at Ísland fær undantak frá ES-reglunum, um landið hevur brúk fyri tí, meðan fyrireikingar verða gjørdar. Tvey fólk hava seinasta árið arbeitt við eitt nú at tillaga íslendska lóg, so hon samsvarar við krøvini frá ES.

Tillagingarnar eru sendar íslendska matvørustovninium og umhvørvisstovuni til viðmerkingar. Halldór Runólfsson viðgongur, at arbeiðið hevur tikið drúgva tíð.

- Vit hava vitað um trupulleikan og vit hava kunnað íslendsku stjórnina um hetta í fleiri ár. Men tað er altíð spurningur um pengar, og tí verri hevur hetta málið ikki havt hægstu raðfesting, sigur Halldór Runólfsson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV