Søguligur hondbóltsdystir um vikuskiftið

Søguligur hondbóltsdystir um vikuskiftið
Kvinnurnar hjá Kyndli spæla leygardagin fyrsta evropa cup dystin nakrantíð, tá Femina Vise úr Belgia vitjar
 
17.10.2014 - 12:35

Belgiska ferðalagið kemur við flogfari í Vágar í kvøld, har umboð fyri Kyndil fara at taka ímóti. Hópurin gistir í Havn, og leygarmorgunin kl. 10.00 hevur Femina Vise eina stutta venjing á Hálsi. Kl. 17.00 verður dysturin bríkslaður í gongd.

Seinni dysturin millum liðini verður sunnudagin kl. 17.00, og tá hann er av, er greitt, hvat av liðunum er komið víðari til annað umfar í EHF Cup. 

- Femina Vise hevur ofta verið í evropeiskari kapping, so vit kunnu vænta okkum góða mótstøðu. Men vit hava allar okkara spælarar tøkar og fara at kýta okkum 120 prosent, sigur Sophus Dal Christiansen, annar av venjarunum hjá Kyndli.

Dómararnir í dystunum eru úr Svøríki, og teir koma eisini til Føroya í kvøld.

Útvarpið sigur beinleiðis frá báðum dystunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017