Laksaútflutningurin til Russlands tíggjufaldaðíst

Laksaútflutningurin til Russlands tíggjufaldaðíst
Nú onnur eru útilokað frá russiska markaðinum, keypa russarar nógvan laks úr Føroyum og Kili
Russland er ein góður marknaður fyri laks úr Føroyum.
 
14.10.2014 - 08:09

Føroyski útflutningurin av laksi til Russlands meira enn tíggjufaldaðist í september. Og prísurin vaks 26 prosent.

Tað skrivar netmiðilin Undercurrent News.com. 

Føroyar og Kili fáa nógv burturúr, nú Noreg, ES, Avstralia, Kanada og USA ikki sleppa at selja Russlandi matvørur.

Russiski innflutningurin av laksi fór niður í helvt í august.

Men tá Føroyar og Kili fingu gongd á sín útflutning kom innflutningurin longu í september upp aftur hagar, hann var, aðrenn Russland setti síni handilstiltøk í gildi.   

Sambært Undercurrent News.com vaks føroyski laksaútflutningurin meira enn tíggju ferðir í september, hjá Kili var vøksturin tvífaldur ella trífaldur. Tølini eru frá russisku tollmyndugleikunum.  

Bara Føroyar og Kili

Føroyar, Kili og Ísland vóru einastu lond, sum seldu Russlandi laks í september. 

Men ivaleyst kemur nakað av norskum laksi gjøgnum Hvítarussland til Russlands. Hvítarussland innflutti fimm ferðir meira feskan laks úr Norra í september í ár enn í september í fjør, sambært norskum tølum.

Føroyski sildaútflutningurin til Russlands var helvtina minni í september enn í september fjør, skrivar Undercurrent News.com eisini. 

Men Ísland selur nógva sild og nógvan makrel til Russlands. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835