- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri væl lærdar kvinnur enn menn
Fleiri væl lærdar kvinnur enn menn
Fleiri ungar kvinnur enn ungir menn í Føroyum hava hægri útbúgving. Tað er ein av niðurstøðunum í fólkateljingini, Manntal
08.10.2014 - 16:30
<p>Fleiri ungar kvinnur enn ungir menn í Føroyum hava hægri útbúgving. Hetta eru tey í aldursbólkinum 25 til 34 ár. Fyri fyrstu ferð síðani 1977 vita vit nú, hvørjar útbúgvingar, føroyingar hava.</p>
<p>Ein av spurningunum í fólkateljingini, Manntal, ið var 11. november 2011, snúði seg um útbúgving. Fólk vórðu spurd, hvør teirra hægsta útbúgving er.</p>
<p>Í aldursbólkinum 25 til 64 ár hevur ein stórur triðingur, 35 prosent, miðhøga útbúgving, eitt nú á bachelorstigi, ella hægri útbúgving, master ella kandidatútbúgving. 23 prosent av teimum 25 til 64 ára gomlu høvdu bara fólkaskúlan at vísa á.</p>
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV