Nú kemur eitt ferðafuglaatlas

Nú kemur eitt ferðafuglaatlas
Føroyingar hava nú fingið eitt ferðafuglaatlas, ið er ætlað øllum við áhuga fyri føroyskari náttúru
 
07.10.2014 - 15:50

Í samband við útgávuna verður tiltak í Tjóðsavninum í Brekkutúni í Hoyvík hósdagin, har Sjúrður Hammer greiðir frá um ringmerkingum í 100 ár, og Kasper Thorup um ringmerking í dag og Janus Hansen um ringmerking í Føroyum.

Bókin, ið er á donskum, eitur Færøsk Trækfugleatlas, og tað eru Sjúrður Hammer, Jesper J. Madsen, Jens-Kjeld Jensen, Kjeld T. Pedersen, Dorete Bloch og Kasper Thorup, sum hava lagt atlassið til rættis. Útgevari er Fróðskapur.

Fróðskapur, Søvn Landsins og Statens Naturhistoriske Museum skipa fyri tiltakið í Tjóðsavninum, sum verður hósdagin klokkan 15.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV