- Tíðindi, mentan og ítróttur
Høgni Hoydal spyr um Elektron
Løgtingið hevur samtykt, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, skal svara einum fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni úr Tjóðveldi, um Elektron.
Hann spyr, hvussu fíggjarliga støðan er hjá Elektron, og hvørji útlitini eru fyri inntøkum, virksemi og arbeiðsplássum hjá fyritøkuni næstu árini.
Høgni Hoydal vil eisini hava at vita, hvussu nógv tað kostar hjá føroysku peningastovnunum, nú KT-virksemið er flutt av landinum.
Felt fleiri ferðir
Høgni Hoydal vísir á, at fimm ferðir síðani 2004 hevur løgtingið felt uppskot um at steðga flytingini av KT-virkseminum hjá peningastovnunum og peningaviðurskiftunum hjá øllum føroyingum.
Nú áttu øll sæð, hvørjar avleiðingarnar eru, at peningastovnarnir sluppu at flyta sínar skipanir til eitt felag uttanlands, Skandinavisk Data Central, SDC, sigur hann í viðmerkingunum til fyrispurningin.