- Tíðindi, mentan og ítróttur
Henrik Old spyr um Smyril
Henrik Old úr Javnaðarflokkinum vil hava at vita frá Johan Dahl, landsstýrismanni, hví fyrrverandi leiðslan á Strandferðsluni ikki fekk heimild at hækka ferðaseðlaprísin ella lækka túratalið hjá strandfaraskipunum.
Løgtingið hevur samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.
Henrik Old spyr eisini, hvørji viðurskifti er broytt soleiðis, at núverandi leiðslan á Strandferðsluni fær boð um at skerja rutuna hjá Smyrli, sum frammanundan hevur fæst túrar og mesta flutningin.
Henrik Old sigur seg undrast á, um orsøkin til, at túratalið hjá Smyrli fyri aðru ferð verður skert í hesum samgonguskeiðnum, er, at einki løgtingsumboð fyri Suðuroynna í løtuni situr í samgonguni.