Fýra vikur í varðhaldi fyri byrsuhóttan

Fýra vikur í varðhaldi fyri byrsuhóttan
23 ára gamli maðurin, sum í gjár varð tikin í Vágum, tí hann hótti løgreglufólk við byrsu, varð seinnapartin varðhaldsfongslaður í fýra viku
 
06.10.2014 - 16:26

 

Maðurin varð tikin í Miðvági í gjár, eftir at politiið hevði jagstrað hann, tí hann var undir illgruna fyri at koyra ávirkaður. Við vegjaðaran á einum uppdyrkingarvegi í Miðvági tók maðurin eina byrsu, sum var lødd, og hótti løgreglumenninar, hava teir upplýst. 

Sjálvur segði hann í rættinum, at hann ikki hótti nakran, men at hann tók patrónirnar úr byrsuni, tá hann sá hana liggja við vegin.

Hví byrsan lá við síðuna av uppdyrkingarvegnum, og hví hann hevði eitt patrónbelti hjá sær, segði hann seg ikki vita, tí hann var ávirkaður.

 

Fleiri mál

Fleiri mál vórðu reksað upp, tá maðurin var fyri í grundlógaravhoyring.

Hann skal hava gjørt seg inn á løgreglufólk minst tvær ferðir, hann skal hava roynt at seta eld á eitt ruskílat í Sørvági, og hann skal hava brotið rútar í húsum hjá fólki.

 

Drukkið illa

Ungi maðurin hevur framvegis arbeiði, men fyri seks til sjey mánaðum síðani byrjaði hann at drekka væl meir enn vanligt, og seinastu seks til sjey vikurnar hevur hann drukkið hvønn dag, greiddi hann rættinum frá.

Síðani tá hevur hann bert verið til arbeiðis av og á, men seinastu vikuna hevur hann als ikki arbeitt, tí hann var fullur alla tíðina.

Sum hann sjálvur segði, so hevði hann sovið meir í einum kliva á politistøðini í Klaksvík, enn hann hevði sovið heima hjá sær sjálvum seinastu tíðina.

 

Fleiri vápn

Løgreglan hevur eisini funnið onnur vápn hjá manninum, m.a. eina byrsu aftrat og knívar.

Verjin helt ikki, at maðurin hevði hótt nakran, í øllum førum visti hann ikki av tí. Og verjin vísti á, at ungi maðurin ikki er revsaður fyrr.

Verjin helt eisini, at maðurin átti at verið latin leysur, og í øllum førum ikki at verið varðhaldsfongslaður í fýra vikur, sum ákæruvaldið kravdi.

 

Varðhaldsfongslaður

Dómarin var ikki samdur. Hon vísti á, at maðurin hevði framt tvey sama slag brot í somu viku, og at hann nýtti rúsdrekka dagliga.

Tí varð hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Maðurin kann kæra ta avgerðina, men tað verður ikki gjørt, upplýsti verjin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982