Fleiri hópgravir funnar har eysturi í Ukraina

Fleiri hópgravir funnar har eysturi í Ukraina
Funnar eru tríggjar hópgravir, har umleið 40 sivilfólk eru grivin, og enn er óvist, um fleiri hópgravir eru
 
25.09.2014 - 10:33

Umleið 40 lík, øll sivilfólk, eru funnin í einari av trimum hópgravum, sum nú eru funnar. Hetta sigur forsætisráðharrin í sjálvútnevnda Fólkalýðveldinum Donetsk við almennu russisku tíðindastovuna, Itar-Tass.

- Vit hava higartil funnið tríggjar gravir, og í tí eini vóru 40 lík av sivilfólki. Í tveimum øðrum eru lík av tiknum militsfólki og herfólki úr ukrainska herinum, sigur Alexander Zakar-chenko, sum leggur afturat, at óvist er, um enn fleiri hópgravir eru.

Eyðmerkja líkini

Av fýra líkum, sum eru kannað, eru trý eyðmerkt sum kvinnur, sum sambært Itar-tass vóru neyðtiknar, píndar, bundnar og síðani skotnar.

Ein av kvinnunum var við barn. Russiska uttanríkisráðið sigur, at hópdrápini í Donetsk er hernaðarligt brotsverk, og rør sambært itar-tass framundir, at brotsverkið kann framt av ukrainsku tjóðarhirðini og krevur eina altjóða og neyva kanning í stundini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254