Bústaðir eiga íbúðirnar undir Kráarbrekku

Bústaðir eiga íbúðirnar undir Kráarbrekku
Klaksvíkar kommuna verður ikki eigari longur
 
18.09.2014 - 09:59

Bústaðir fara at eiga allar íbúðirnar undir Kráarbrekku í Klaksvík.

Sjálvsognarstovnurin undir Kráarbrekku eigur 24 eldraíbúðir, sum Bústaðir fara at eiga og leiga út.

Týskvøldið fingu tey, sum búgva í íbúðunum, at vita, at Bústaðir nú skulu eiga íbúðirnar.

Higartil hava Bústaðir átt Sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku saman við Klaksvíkar kommunu.

Eldraíbúðirnar undir Kráarbrekku verða leigaðar fólki, sum eru eldri enn 60 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817